Stuðla barni í neyð – ger mun í dag
Monday, May 3rd, 2010 Posted in Uncategorized | Comments OffFyri minni enn 7 krónur kanst tú geva einum barni eina framtíð. Sum stuðulsforeldur ert tú við til at hjálpa einum barni, sum annars ongan møguleika hevur at fáa skúlagongd. Tú kanst geva einum barni tað, sum øll børn hava ...
Uttanríkisráðið gevur ABC flugunet
Sunday, April 25th, 2010 Posted in Uncategorized | Comments OffAltjóða Malariadagur er í dag, 25. apríl. Tað er Heimsheilsustovnurin undir Sameindu Tjóðum, WHO, sum hevur samtykt hetta. Føroyar taka lut í hesum átaki við at varpa ljós á sjúkuna malaria. Hetta verður gjørt við at lata flugunet, - eisini ...
Stór gáva frá Ein tími um árið
Thursday, March 18th, 2010 Posted in Uncategorized | Comments OffMánadagin fekk ABC barnahjálp útvið 60.000 krónur frá hjálparfelagssskapinum Ein tími um árið. Ein tími um árið er nýggj verkætlan, sum byrjaði sína fyrstu innsavnan 1. februar 2010. Verkætlanin Ein tími um árið er ein hjálparfelagsskapur, ið byrjaði í Føroyum í juni ...
Ein tími um árið stuðlar ABC
Sunday, January 10th, 2010 Posted in Uncategorized | Comments OffStuðulsátakið Ein tími um árið hevur gjørt av at stuðla ABC barnahjálp í ár. Hugskotið til verkætlanina kom er frá 2004, tá stóra flóðaldan rakti stóran part av londunum í Stillahavinum. Stigtakari til verkætlanina er Ása Andreasen. Hon hevur fingið nógvan ...
ABC søkir hjálparfólk á ólavsøku
Friday, July 17th, 2009 Posted in Uncategorized | Comments OffÁ ólavsøku og vikuskiftið frammanundan, fer ABC barnahjálp at hava ein pylsuvogn standandi við Áarvegin, har Tinghúsvegurin byrjar. Ætlanin er at selja pylsur og sunkist. Allur vinningurin fer til raksturin av ABC barnahjálp og stuðul til verkætlanirnar í Liberia og Senegal. Í ...
Ársfundurin 2009
Monday, May 25th, 2009 Posted in Uncategorized | Comments OffÁrsfundurin verður í Miðlahúsinum mikukvøldið 27. mai klokkan 19.30 Skrá: Ársfrágreiðing og myndafrásøgn frá ferðini í Liberia. Tórhild Bjarkhamar luttekur við sangi. Eisini verður møguleiki at tekna seg sum stuðul hjá barni. Eftir fundin fæst ein drekkamuður og okkurt gott afturvið. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Stórfingin stuðul
Saturday, May 9th, 2009 Posted in Uncategorized | Comments OffVegna CRUDEC (Care for Rural and Deprived Children) og ABC barnahjálp ynskja vit at siga hjartanas takk fyri stóru undirtøkuna til stuðulstiltakið til frama fyri skúlaverkætlaninar hjá báðum felagsskapunum. Samstundis ynskja vit at takka øllum tónleikarunum, listafólki, hjálparfólki og øllum stuðlum. ...
Ring inn og stuðla
Monday, May 4th, 2009 Posted in Uncategorized | Comments OffHeilt fram til sunnudagin 10. mai kanst tú, við at ringja inn, stuðla skúlaverkætlanum í Liberia og hjá og ABC barnahjálp og ganesiska felagsskapinum CRUDEC. Soleiðis kanst tú stuðla: Ring til 90 56 57 Tú kanst ringja til 90 56 57 og harvið lata 100 ...
Ársfundurin útsettur
Tuesday, April 28th, 2009 Posted in Uncategorized | Comments OffÁrsfundurin hjá ABC barnahjálp, sum lýstur var at verða í kvøld, er útsettur til mikukvøldið 27. mai kl. 19.30.
Føroya feitasta stuðulskonsert
Thursday, April 16th, 2009 Posted in Uncategorized | Comments OffTann 7. mai verður Føroya feitasta stuðulskonsert í Norðurlandahúsinum, har fleiri mega feit nøvn luttaka. Í sambandi við konsertina verður eisini stór uppboðssøla av listaverkum. Atgongumerki fáast longu nú á www.nhl.fo Tiltøkini eru til frama fyri skúlaverkætlan hjá Care for Rural ...

