Heimasíðan hjá ABC barnhjálp í Föroyum

Hjálparskúli við ferð til Kenja

January 26th, 2012 Posted in Uncategorized

Ert tú arbeiðsleys, keðir teg ella hevur tú brúk fyri abjóðing og innihaldi í lívinum, so er hetta kanska nakað fyri teg.

ABC Skúlin í Íslandi er eitt spennandi tilboð til ung og vaksin.

Skúlin bjóðar eitt 8 - 12 vikur skeið, sum endar við ferð til Kenja.

Hetta er ein spennandi avbjóðing til tín, sum ynskir at royna nakað nýtt og gera mun.

Skúlin kostar umleið 2500 krónur + ferð og uppihald.

Ferðin til Kenja kostar 18 - 20.000 krónur íroknað uppihald og koppsetingar.

Undirvíst verður á íslendskum, men tað er eingin trupulleiki, tí málini liggja so nær og tey ungu læra so skjótt.

Skúlin byggir á kristi grundarlag.

Les meira á www.abcskolinn.is

Tú kanst eisini ringja ella skriva á 222585 - abc@barnahjalp.fo

Lítli vinur

January 19th, 2012 Posted in Uncategorized


Fyri nøkrum døgum síðani fekk ABC barnahjálp hendan sangin til ognar frá Petur Háberg Jacobsen. Petur hevur gjørt bæði orð og lag og dóttir hansara, seks ára gamla Beinta syngur.

Petur sá eina sending um Liberia, sum rørdi hansara hjarta og hann skrivaði sangin, sum hann kallar Lítli vinur.

Orð og lag: Petur H. Jacobsen

Hví er so grønt her og hví er luftin blá

Hví er so gott her og hví er einki stríð

Hvar so er fari í heimi finni eg

børn í hungri og deyð á gøtuni

Read the rest of this entry »

Hilda í Liberia

September 7th, 2011 Posted in Uncategorized

Seinast í august fór Hilda aftur til Liberia, har hon eftir ætlan steðgar til 19. september.

Endamálið við ferðini er fyrst at hyggja eftir, um børnini hava tað gott og peningurin, sum vit senda, verður nýttur til tað, hann er ætlaður til. Eisini hevur hon skeið, bæði við børnunum og teimum vaksnu, sum taka sær av teimum.

Men Hilda ger annað enn tað. Hon stríðist eisini við at loysa trupulleikarnar, sum ABC barnahjálp hevur rent seg í viðvíkjandi skúlanum. Vit kunnu ikki siga nakað enn um hvønn veg tað gongur, men málið verður nú gjørt klárt at verða fráboðað til revsirættin.

Børnini hava tað gott og stórtrívast.

Genturnar hugna sær á kamarinum og flætta hvørji aðrari.

Matthew T. Sakeuh

July 20th, 2011 Posted in Uncategorized

Information for whom it may concern.

To prevent that other organizations and individuals may end up in the same difficult situation as we have struggled with the last 15 months, we feel that it is our duty to inform the public about the serious problems we have experienced cooperating with Matthew T.  Sakeuh.

Read the rest of this entry »

Um arbeiðið í Senegal

July 3rd, 2011 Posted in Uncategorized

Jose og Marli við børnum sínum, Jemima, Zucki og Jonatas

Hjúnini Marli og Jose hava arbeitt í Senegal í 20 ár, so tey hava drúgvar royndir har. Tað eru tey, sum taka sær av arbeiðinum hjá ABC barnahjálp í høvuðsstaðnum Dakar, sum byrjaði í 2008.

Føroysk stuðulsforeldur stuðla umleið 70 av teimum 150 børnunum, sum ganga í skúla hjá ABC barnahjálp í Senegal. Børnini koma frá sera fátøkum familjum, sum ikki hava ráð at lata børn teirra í skúla.

Á heimasíðuni hjá Marli og Jose kanst tú lesa um arbeiði teirra og síggja myndir av børnunum.

Hvønn mánaða sendir ABC barnahjálp í Føroyum á leið 13.000 krónur til børnini í Senegal.

Hevur tú hug at gerast stuðusforeldur hjá barni í ABC skúlanum í Senegal, kanst ringja á telefon 222585 ella skriva til abc@barnahjalp.fo

Slóð til heimasíðuna: http://www.missoesemafrica.com

Ein tími um árið

June 25th, 2011 Posted in Uncategorized

Fríggjadagin 10. juni var Rúna Sivertsen og skrivaði undir avtalu við “Ein tími um árið” um stuðul. Tað var av allarbesta summarveðri henda dagin, so avtalan varð undirskrivað uttandura.

ABC barnahjálp fekk 4.525 krónur í stuðli frá “Ein tími um árið”, harav 2.357 krónur komu frá 4. og 5. flokki í Hvalvíkar skúla, les greinina niðanfyri.

Koma fleiri tímalønir inn til “Ein tími um árið”, fram til septembur í ár, fer peningurin til ABC barnahjálp, stendur í avtaluskjalinum.

Í ár stuðlaði “Ein tími um árið” tveimum verkætlanum, Rumenia verkætlanini hjá Tekniska skúla og seks børnum hjá ABC barnahjálp.

Átakið “Ein tími um árið” er eitt einastandandi genialt føroyskt stuðuls-átak, sum gongur út upp á at fáa fólk at lata eina tímaløn um árið til átakið. Tað er Ása Andreasen, til vinstru á myndini, mest kend frá felagnum Synergi, ið eigur hugskotið til átakið, sum hon vónar við tíðini fer at gerast heimsumfatandi.

ABC barnahjálp takkar “Ein tíma um árið” hjartaliga fyri gávuna.

Videoklipp: watch?v=7GTdWbabD20&feature=player_embedded

Børn, sum vilja hjálpa

June 24th, 2011 Posted in Uncategorized

Hesi røsku børnini, sum ganga í 4. og 5. flokki í Hvalvíkar skúla, savnaðu fyrr í ár 2357 krónur inn til tiltakið Ein Tími um Árið. Pengarnir fingu seks børn hjá ABC barnahjálp í Liberia.

Mándagin 20. juni, vóru Hilda Viderø og Rúna Sivertsen í Hvalvíkar skúla at vitja børnini og takka teimum fyri stóru hjálpina. Umframt, at Rúna sýndi myndir og greiddi frá arbeiðinum í Liberia, hevði Hilda eisini ymisk afrikansk ting við at vísa børnunum.

Stigtakarin til innsavningina var 11 ára gamli Sigurd í Homrum. Honum tókti so synd í fatøkum børnum og ynskti at hjálpa, so tey kunnu sleppa at ganga í skúla og fáa betri hús. Saman við flokki sínum skipaði hann, við hjálp frá pápa sínum og lærararum, fyri barnadansi í kappróðranestinum.

ABC barnahjálp takkar børnunum, og øllum, sum hjálptu teimum, hjartaliga.

Lurta her eftir samrøðu, sum Ein Tími um Árið gjørdi við Sigurd í Homrum:

watch?v=b6p8dthczd4

Hvussu tú kanst hjálpa børnum í neyð

June 18th, 2011 Posted in Uncategorized

Føroysk stuðulsforeldur stuðla gjøgnum ABC barnahjálp 35 børnum og skúlaungfólki í Liberia.

Á myndunum síggja vit børnini gera skúlating, eta og vaska klæði.

Hilda Viderø er nakrar ferðir um árið í Liberia, har hon ger ymiskar uppgávur fyri ABC barnahjálp. Eitt nú ansar hon eftir, at peningurin, sum vit senda, verður rætt nýttur. Eisini vegleiðir og ráðgevur hon starvsfólkunum.

Ynskir tú at stuðla okkara børnum í Liberia,

kanst tú flyta pening á kontu í Eik: 9181-167.560.7

Samrøða í Góðan morgun Føroyar

April 15th, 2011 Posted in Uncategorized

Hósdagin 14. apríl gjørdi Góðan morgun Føroyar samrøðu við Rúnu Sivertsen og Hildu Viderø.

Samrøðan kann hoyrast á hesari slóðini:

http://kringvarp.fo/fo-FO/Archive_Articles/2011/04/14/ABC-pengar%20f%C3%B3ru%20til%20sk%C3%BAla%20%C3%AD%20Liberia.aspx

Skúlin fer ongan veg

April 8th, 2011 Posted in Uncategorized


Peningurin, sum landsstýrið hevur latið til skúlabygging í Liberia er nýttur at byggja skúla við. Tískil er eingin peningur farin fyri skeyti, sum tíðindasendingin í Degi & Viku í gjárkvøldið fekk tað til

Í Degi & Viku í gjárkvøldið varð sagt, at vandi er fyri, at peningurin, sum landsstýrið hevur latið til skúlabygging í Liberia er farin fyri sketyi. Hetta er ikki rætt. Skúlin er bygdur og fer ongan veg.

Men ósemja við leiðsluna hevur gjørt, at ABC barnahjálp hevur sagt samstarvið upp. Í løtuni arbeiðir sakførari við málinum og vóna vit, at ósemjan verður loyst í mai. M en líka mikið hvat úrslitið av ósemjuni millum ABC barnahjálp og Matthew Sakeuh verður, so stendur bygningurin, har hann er bygdur, og fer í framtíðini at verða nýttur til skúla.

Hilda Viderø er sett sum leiðari fyri verkætlanini hjá ABC barnahjálp í Liberia. Leygardagin fer hon til Liberia at vitja børnini. Hetta er aðru ferð í ár, at hon vitjar í verkætlanina.

Síðani vit seinasta vár gjørdust varug við trupulleikarnar, hava vit stríðst við at loyst teir. Í fjør var Hilda í Liberia í tríggjar mánaðar ,og í januar í ár var hon í Libera í eina lítla viku. Nú fer hon avstaðaftur og hesa ferð steðgar hon í tvær vikur.

Endamálið við ferðini er at tryggja, at peningurin, sum føroyskir stuðlar gjalda, verða nýttir til tað, hann er ætlaður til. Eisini fer hon at hitta sakføraran hjá ABC barnahjálp í Liberia.

ABC barnahjálp fylgir pengunum tætt og tryggjar sær, at hvørt oyra verður nýtt til endamálið.

Børnini hava tað gott og tað er rørandi at síggja hvussu takksom tey eru fyri hjálpina.

Hóast trupulleikar, ætlar ABC barnahjálp ikki at gevast, men fer at halda á við at hjálpa neyðstøddum børnum. Við at hjálpa børnum í menningarlondum, verður Føroyar sett á heimskortið.