Verkætlanir

Høvuðsendamálið hjá Føroysku barnahjálpini er at stuðla børnum í tilafturskomnum londum við hjálp til skúlagongd og útbúgving.

Við stuðli frá føroyskum stuðulsforeldrum stuðlar Barnahjálpin tilsamans 455 børnum í seks ymiskum londum. Londini eru Filipsoyggjarnar, India,  Nigeria, Liberia, Pakistan og Senegal. Øll hesi lond eru á listanum hjá ST yvir menningarlond, sum hava tørv á stuðli.

Í Liberia stuðlar Barnahjálpin 180 børnum. Liberia er hart rakt av borgarakríggi, AIDS og Ebola. Miðaladurin er bara 18-19 ár, so meginparturin af fólkunum eru ung og óroynd. Ein stórur partur av fólkinum livir í fátækradømi og hava ikki ráð til skúlagongd.

Barnahjálpin stuðlar eisini 80 børnum í Sengali við skúla og útbúgving.

Í Nigeria stuðlar føroysk stuðulsforeldur umleið 30 børnum við skúla og útbúgving. 

Í Pakistan stuðla føroysk stuðulsforeldur 70 børnum við skúla og útbúgving. 

Á Filipsoyggjunum stuðla føroysk stuðulsforeldur 80 børnum við skúla og útbúgving. 

Í India stuðlar Føroyska barnahjálpin einum skúlaflokki við einari upphædd á kr. 1000 um mánaðin. 

Hví stuðla barni?

At stuðla einum barni kann broyta alt lívið hjá barninum. Við at stuðla einum barni við skúlagongd, gert tú veruligan mun hjá einum av teim fátækastu børnunum í heiminum. Harumframt hevur tú møguleika at ávirka gerandisdagin hjá barninum so nógv ella lítið, sum tú hevur hug til. Tú kanst seta teg í samband við barnið við brævi, einari føðingardagsheilsan ella við einum jólakorti. Hetta kann verða byrjanin til eitt samband fyri lívið.

Les meira her >>

 

Nú er lætt at stuðla

Ring 90 56 05 og
tú hevur latið kr. 100
til Føroysku barnahjálpina

Tú kanst eisini stuðla við at nýta PayPal knøttin í bjálkanum omanfyri

Konta í Norðoya Sparikassa
9865-103.480.9