Roknskapir
Roknskapurin hjá Barnahjálpini – Føroysk barnahjálp, verður á hvørjum ári kannaður av góðkendum grannskoðara.
Grannskoðarin kann ikki vera limur í nevndini.
Roknskaparárið er álmanakkaárið.
Størsti parturin av arbeiðinum hjá Barnahjálpini er sjálvboðið, men í 2015 varð gjørt av, at taka 7 % av innkomnum peningi til lønir. Í tíðarskeiðnum juni 2011 – oktober 2013 varð ein partur av arbeiðinum løntur við oyramerktum stuðli til lønir frá ABC barnahjálp í Íslandi.
ABC barnahjálp varð stovnað 11. desember 2006. Í 2015 gjørdist felagsskapurin sjálvstøðugur føroyskur felagsskapur, við nýggjum navni og búmerki.