Hví stuðla barni?

At stuðla einum barni kann broyta alt lívið hjá barninum. Við at stuðla einum barni við skúlagongd, gert tú veruligan mun hjá einum av teim fátækastu børnunum í heiminum. Harumframt hevur tú møguleika at ávirka gerandisdagin hjá barninum so nógv ella lítið, sum tú hevur hug til. Tú kanst seta teg í samband við barnið við brævi, einari føðingardagsheilsan ella við einum jólakorti. Hetta kann verða byrjanin til eitt samband fyri lívið.

Hvussu kann eg stuðla?

Fyrst av øllum velur tú eitt barn, sum tú ynskir at stuðla. Tá tú ert skrásett/ur sum stuðul byrjar at stuðla barninum hvønn mánaða við at flyta pening á serskilda kontu hjá ABC Barnahjálp. Tín peningur verður oyramerktur  til barnið, sum tú hevur valt og verður tískil ikki brúktur til nakað annað. Samstundis tryggja vit tær, at tín peningur fer óskerdur til títt stuðulsbarn í ABC skúlanum.

Uppmøting á skúlanum gevur ókeypis mat og læknahjálp.

Hvussu nógv kostar tað at stuðla?

At stuðla einum dagskúlabarni kostar 200 krónur um mánaðin – tað er einans umleið sjey krónur um dagin. At stuðla kostskúlabarni kostar 285 krónur um mánaðin og er tað undir 10 krónur um dagin.

Kann eg skriva til mítt barn? Kann eg vænta at fáa nakað svar aftur?

Tá tú hevur funnið júst títt stuðulsbarn, senda vit tær eina frágreiðing um barnið saman við eini mynd.

Tú ert altíð vælkomin at senda barninum brøv og tú fært eisini føðingardagin at vita, soleiðis at tú kanst senda barninum eina føðingardagsheilsan –  harumframt mæla vit eisini til, at tú sendir eina heilsan á jólum. ABC barnahjálp umsetir brøvini til móðurmálið hjá barninum, um barnið ikki skilur enskt.

Hóast børnini altíð eru glað fyri at fáa heilsanir, so kunnu vit ikki trygga, at tey svara øllum brøvunum aftur. Nøkur børn ynskja tó sjálvi at skriva aftur og hava regluligt samband við stuðlarnar – serliga, um til ber at samskifta á sama tungumáli.

Kann eg senda gávur til mítt barn?

Ja, tú kanst! Gávurnar skulu tó helst ikki verða størri til støddar enn ein A5 brævbjálvi. Orsøkirnar til hetta eru fleiri:

  • Sum oftast verður tollur lagdur á størri pakkar. Tollin skal familjan hjá stuðulsbarninum sjálv gjalda fyri at fáa pakkan við heim. Og hetta hava tey ikki ráð til, tí tey eiga ongar pengar.
  • Størri pakkar verða eisini oftari burturmistir enn teir lítlu pakkarnir. Minnist til, at ein rúgva av fólki fáa pakkan í hondina, áðrenn hann kemur longu leiðina fram til bústaðin hjá stuðulsbarninum. Fleiri av hesum fólkunum (postfólk o.o.) eru sjálvi øgiliga fátøk og tískil kanska ikki altíð so reinlynt. Tí kemur fyri, at pakkarnir verða stolnir á leiðini til barnið.
  • Harumframt er størri vandi fyri at gera skaða á ein stóran pakka á longu ferðini frá tær til stuðulsbarnið.

Fyrisitingarligur kostnaður

Fyrisitingin hjá ABC barnahjálp tekur einki gjald fyri arbeiðið við samskfitinum til børnini. Vit eru sera takksom fyri arbeiðið hjá óløntum hjálparfólki og er hetta eisini viðvirkandi til at minka um kostnaðin.

Fyrisitingin av ABC barnahjálp verður fíggjað við stuðli frá fyritøkum og einstaklingum, sum ynskja at stuðla rakstrinum.

Hækkar gjaldið, tá barnið verður størri?

Meginreglan hjá ABC Barnahjálp er, at vit siga stuðlunum frá beinanvegin, um gjaldið hækkar. Skuldi hetta verið ein trupulleiki, so ber tó til at halda fast við upprunagjaldið, um munurin ikki er alt ov stórur.

Hvat hendir, um eg ynski at gevast við at stuðla?

Beinanvegin, eitt barn kemur inn í skipanina, bindir ABC barnahjálp seg til barnið. Men vit skilja teg, um umstøður tínar broytast soleiðis, at tú ikki framhaldandi ynskir at stuðla barninum – og vit royna tá at finna ein nýggjan stuðul til barnið skjótast gjørligt.

Vinarliga sig okkum frá beinanvegin, um tú ynskir at gevast við at stuðla. Um tað er møguligt hjá tær at siga okkum frá áðrenn seinasta gjaldið er hetta enn betri. So finna vit skjótast gjørligt ein nýggjan stuðul til barnið og menningin av barninum heldur ótarnað fram.

Hvussu kann eg trygga mær, at mín peningur kemur óskerdur fram til mítt barn?

ABC barnahjálp arbeiðir einans í londum, har ABC barnahjálp eisini er stovnað. Á henda hátt trygga vit okkum, at peningurin einans verður handfarin av fólki, sum vit hava álit á og eri í regluligum sambandi við.
Gjøgnum árini hava vit ment ein fíggjarligan tryggleika, sum ger tað trupult at brúka peningin á skeivan hátt ella at missa hann burtur. Á hvørjum ári leggur ABC barnahjálp fram grannskoðaðan roknskap og frágreiðing.

ABC barnahjálp er ein non-profit felagsskapur og vit eru greið yvir, at framhaldandi stuðul av verkætlan okkara er treytaður av álitinum, sum stuðlarnir hava til okkara nýtslu av teirra peningi.

Árliga frágreiðingin er tøk at síggja hjá øllum, ið biðja um hetta (eitt lítið ómaksgjald kann verða tikið fyri hetta).

Kann eg vitja mitt barn?

Ja, tú kanst – hóast hetta krevur nógva fyrireiking av øllum, sum eru við í stuðulsverkætlanini. Ein ferð í triðja heiminum kann verða full av forðingum og strævin hjá einum, sum ikki er vanur við hetta. Fyri at hjálpa okkum at trygga tær, at ferðin verður ein jalig uppliving fyri bæði teg og barnið, biðja vit teg um at siga okkum frá í seinasta lagi tríggjar mánaðir, áðrenn ætlaðu ferðina.

Hav í huga, at um tú ikki tosar ella skilur tungumálið hjá barninum er møguliga neyðugt við einum tolki, sum kann vera hjástaddur og hjálpa tær at tosa við barnið.

Set teg vinaliga í samband við okkum, um tú ynskir meira kunning um eina slíka ferð.

Kann eg sjálv/ur velja barnið, sum eg ynski at stuðla?

Ja. Tá tú verður skrásett/ur sum stuðul kanst tú beinanvegin velja tær eitt barn út frá teim myndum og frágreiðingum, sum ABC Barnahjálp leitar fram til tín.

Søk um at stuðla einum barni longu í dag

Vinarliga set teg í samband við okkum, um tú ynskir at vera við í hesi verkætlan og vilt stuðla einum barni longu í dag.

Nú er lætt at stuðla

Ring 90 56 05 og
tú hevur latið kr. 100
til Føroysku barnahjálpina

Tú kanst eisini stuðla við at nýta PayPal knøttin í bjálkanum omanfyri

Konta í Norðoya Sparikassa
9865-103.480.9