Heimasíðan hjá Føroysku barnhjálpini

Stór gáva frá Ein tími um árið

March 18th, 2010 Posted in Uncategorized

Mánadagin fekk ABC barnahjálp útvið 60.000 krónur frá hjálparfelagssskapinum Ein tími um árið.
Ein tími um árið er nýggj verkætlan, sum byrjaði sína fyrstu innsavnan 1. februar 2010.

Verkætlanin Ein tími um árið er ein hjálparfelagsskapur, ið byrjaði í Føroyum í juni 2009. Hugskotið aftanfyri er, at Ein tími um árið savnar inn tímalønir og letur hesar til ein viðurkendan hjálparfelagsskap. Hvørt ár velur Ein tími um árið ein nýggjan hjálparfelagsskap og virkar sostatt sum undirleverandør til hjálparfelagsskapir.

Fyrsta innsavningin hjá Ein tími um árið eydnaðist serstakliga væl. Inn komu smáar 100.000 krónur. Av hesum fekk ABC barnahjálp 57.448,00.

Peningurin fer til seks foreldraleys børn í Liberia, sum við hesum fáa skúlagongd í hálvttriðja ár.

40.000 krónur fóru til Kirkjuliga Heimamissiónina, sum stuðul til eina fátæka ommu í Kambodja og hennara 7 ommubørn.

Stigtakari til Ein tími um árið er Ása Andreasen. Hon hevur fingið nógvan stuðul og sparring frá eitt nú systur síni Anniku Andreasen og øðrum.

ABC barnahjálp takkar Ásu og hjálparfólkum hennara so hjartaliga fyri stuðulin. Tað er so gott at fáa eina hjálpandi hond, og ein slík hjálp, sum hendan, ger veruliga mun hjá ABC barnahjálp.

Myndina tók Jens Kristian Vang, myndamaður hjá Sosialinum, tá avtalan um peningin varð undirskrivað á skristovuni hjá Synergi seinasta mánadag. Frá vinstru, Heri Kjærbo, Kirkjuliga heimamissiónin, Rúna Sivertsen, ABC barnahjálp og Ása Andreasen, Ein tími um árið.

Síggj prát við Ásu her.

Ein tími um árið stuðlar ABC

January 10th, 2010 Posted in Uncategorized

Stuðulsátakið Ein tími um árið hevur gjørt av at stuðla ABC barnahjálp í ár. Hugskotið til verkætlanina kom er frá 2004, tá stóra flóðaldan rakti stóran part av londunum í Stillahavinum. Stigtakari til verkætlanina er Ása Andreasen. Hon hevur fingið nógvan stuðul og sparring frá eitt nú systur síni Anniku Andreasen o.ø.

Á heimasíðuni hjá Ein tími um árið, skrivar Ása millum annað: Eingin stór vanlukka er hend júst nú, men støðan hjá stórum pørtum av fólkunum á jørðini, er framvegis vánalig. Sera vánalig. Vit orka bara ikki at hugsa um tað. Um man mynda-googlar td. “poverty+child”, so kemur man fram á sera óhugnaligar myndir. Ein eg kom fram á, var av einum eittára gomlum barni, ið lá á vegnum. Púra niðurundirkomið, orkaði ikki at flyta seg. Eini 2-3 metrar harfrá, stóð ein stórur gribbur, bíðaði til tað var serverað….. 

Víðari sigur Ása: Ein tími um árið er ikki tíðarkrevjandi. Tað tekur faktiskt nærum onga tíð. Tankin er, at tú skalt bara fara til arbeiðis, gera tað tú ert best til, gera títt arbeiði. Tann eina tíman um árið, er so hugsanin, at lønin skal fara til ein hjálparfelagsskap. Tað er hetta verkætlanin “Ein tími um árið” gongur út uppá. Fyri at fáa nógv fokus á verkætlanina, fyri at fáa so nógv fólk við í verkætlanina og harvið fyri at fáa so nógvar pengar inn sum gjørligt, er tankin, at vit øll skulu arbeiða tann sama tíman fyri verkætlanina.

Les meira um verkætlanina á www.eintimi.com

ABC baranhjálp sigur Ásu og átakinum Ein tími um árið hjartaliga takk fyri stuðulin.

 

 

Stuðla barni í Liberia

September 30th, 2009 Posted in Tíðindi

Skúlabyggingin í Liberia gongur framá og nú búgva um 100 børn á ABC heiminum. Arbeitt verður við at fáa fyrsta byggistig av skúlanum liðugt í heyst. Niðanfyri er ein mynd av øllum børnunum sum var tikin uttanfyri skúlabygningin í septembur 2009.

[singlepic=371,320,240,,center]

Fleiri nýggj børn eru løgd afturat hópinum og hava hesi børnini eisini brúk fyri stuðuli. Les meira um hesar møguleikar inni á síðuna “Stuðla barn í Liberia”.

ABC søkir hjálparfólk á ólavsøku

July 17th, 2009 Posted in Uncategorized

Á ólavsøku og vikuskiftið frammanundan, fer ABC barnahjálp at hava ein pylsuvogn standandi við Áarvegin, har Tinghúsvegurin byrjar.

Ætlanin er at selja pylsur og sunkist. Allur vinningurin fer til raksturin av ABC barnahjálp og stuðul til verkætlanirnar í Liberia og Senegal.

Í hesum sambandi hava vit brúk fyri fólki, sum kunnu hjálpa til við at selja. Hvør vakt verður væntandi umleið 3 tímar og koma tvey fólk at vera á hvørjari vakt. Ætlanin er at hava opið nakrar tímar fríggjakvøldið, leygarkvøldið og sunnukvøldið fyri ólavsøku, og síðani ólavsøkudagarnar.

Øll, sum hava hug at hjálpa til kunnu senda eini boð til ABC barnhjalp á andrea@barnahjalp.fo við upplýsingum um navn og fartelefonnummar. Um tit hava serlig ynskir um nær tit vilja selja ella aðrar spurningar, kunnu tit viðmerkja tað.

Tey, ið tekna seg, fáa boð áðrenn ólavsøkuna, um nær tey skulu møta.

ABC barnahjálp

Ársfundurin 2009

May 25th, 2009 Posted in Uncategorized

Ársfundurin verður í Miðlahúsinum mikukvøldið 27. mai klokkan 19.30

Skrá:

Ársfrágreiðing og myndafrásøgn frá ferðini í Liberia.

Tórhild Bjarkhamar luttekur við sangi.

Eisini verður møguleiki at tekna seg sum stuðul hjá barni.

Eftir fundin fæst ein drekkamuður og okkurt gott afturvið.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Stórfingin stuðul

May 9th, 2009 Posted in Uncategorized

 

Vegna CRUDEC (Care for Rural and Deprived Children) og ABC barnahjálp ynskja vit at siga hjartanas takk fyri stóru undirtøkuna til stuðulstiltakið til frama fyri skúlaverkætlaninar hjá báðum felagsskapunum.

Samstundis ynskja vit at takka øllum tónleikarunum, listafólki, hjálparfólki og øllum stuðlum. Ein serstøk tøkk til Norðurlandahúsið og Rás 2 fyri at skapa góðar karmar rundanum tiltakið.

Stuðulstiltakið gav góðar 270.000 kr. Endaliga upphæddin verður kunngjørd í næstu viku.

Les meira á Care for Rural and Deprived Children

Myndatakari: Álvur Haraldsen, Sosialurin.

Ring inn og stuðla

May 4th, 2009 Posted in Uncategorized

Heilt fram til sunnudagin 10. mai kanst tú, við at ringja inn, stuðla skúlaverkætlanum í Liberia og  hjá og ABC barnahjálp og ganesiska felagsskapinum CRUDEC.

Soleiðis kanst tú stuðla:
      
Ring til 90 56 57

Tú kanst ringja til 90 56 57 og harvið lata 100 kr.

TELEFON-uppboðssøla av listaverkum

May 3rd, 2009 Posted in Tíðindi

 

Spennandi TELEFON-uppboðssøla í døgunum 4. til 7. mai.
Tú kanst ogna tær eitt listaverk og stuðla tveimum skúlaverkætlanum í Afrika.

RING ELLA SKRIVA TIL
25 99 20

UPPLÝS NUMMAR Á LISTAVERKI OG TÍTT BOÐ

Trýst her fyri at síggja listaverkini

 

Fleiri av listarverkunum eru gjørd serstakt til stuðulstiltakið ”Føroya Feitasta Stuðulskonsert” til frama fyri skúlaverkætlanir í afrikonsku londunum Gana og Liberia, sum Kringvarpið 16. apríl varpaði ljós á í Temasending um menningarheimin.

Listaverkini eru at síggja í SMS frá mánamorgni 4. mai til mikukvøldið 6. mai og í Klingruni í Norðurlandahúsinum 7. mai.

Hesi listafólk hava sett spennandi listaverk á uppboðssølu:Umframt telefonuppboðssøluna fara 8 listaverk á uppboðssølu í konsertsalinum í Norðurlandahúsinum í samband við stuðulskonsertina, sum verður hóskvøldið 7. mai klokkan 19.30. Tað verður Hilmar Jan Hansen, sum fer at skipa fyri hesi uppboðssølu.

1: Eli Smith
2: Katrin Svabo Bech
3: Nikolina Højgaard
4: Bergun Kass
5: Frits Johannesen
6: Gunnar Streymoy
7: Kristina Joensen
8: Maria Mørkøre
9: Edith Mørkøre
10: Høgni Thomsen
11: Hedvig Johansdóttir
12: Zacharias Heinesen
13: Ása Thomsen
14: Lydia Petersen
15: Maibritt Frederiksberg
16: Ásla Rannvá Svendson
17: Harry Knusdsen
18: Ann-Mari Mouritsen
19: Sirikit Jacobsen
20: Jóannes Lamhauge
21: Bárður Dal Christiansen
22: Sámal Toftenes
23: Sigrun Gunnarsdóttir

 

 

Tey átta listaverkini hava hesi listafólk gjørt:

Beinta Vilhelmsen
Guðrun & Guðrun
Vera Larsen
Eivør Pálsdóttir
Harry Knudsen
Jón K. Poulsen
Nikolina Højgaard
Øssur Mohr

Leiga av Norðurlandahúsinum, tónleikarar, listaverk og alt arbeiðið er latið ókeypis í sambandi við stuðulstiltakið. Allur peningurin fer tí óskerdur til skúlaverkætlanir í Afrika hjá ganesiska felagsskapinum CRUDEC og ABC barnahjálp í Føroyum.

 

 

Vegna
CRUDEC (Care for Rural and Deprived Children)
og ABC Barnahjálp í Føroyum takka vit hjartaliga fyri s


 

 

 

 

 

Ársfundurin útsettur

April 28th, 2009 Posted in Uncategorized

Ársfundurin hjá ABC barnahjálp, sum lýstur var at verða í kvøld, er útsettur til mikukvøldið 27. mai kl. 19.30.

Føroya feitasta stuðulskonsert

April 16th, 2009 Posted in Uncategorized

 

Tann 7. mai verður Føroya feitasta stuðulskonsert í Norðurlandahúsinum, har fleiri mega feit nøvn luttaka. Í sambandi við konsertina verður eisini stór uppboðssøla av listaverkum. Atgongumerki fáast longu nú á www.nhl.fo

Tiltøkini eru til frama fyri skúlaverkætlan hjá Care for Rural and Deprived Children í Offinso, Gana og skúlaverkætlan í Liberia, sum ABC barnahjálp í Føroyum stendur fyri.

Les meira um konsertina her >>