Hesi hava tørv á hjálp
Annie 3 ár, Zebede 5 ár, Yeahbylin 6 ár, Blessing 7 ár, Carlos 9 ár og Cyntia 16 ár hava brúk fyri hjálp. Foreldrini hjá teimum doyðu av Ebola. Fólk eru bangin at hjálpa, tí tey halda, at tey blíva smittað av ebola. Vit í ABC vilja gjarna hjálpa hesari familjuni og vit hava brúk fyri tær.
Continue Reading | Comments Off on Hesi hava tørv á hjálp
Tøkk úr Liberia
Takkarbræv fyri tykkara hjálp!
Góðu sponsorar og leiðarar í ABC barnahjálp Føroyar.
Eg beri hesa heilsan vegna børnini og starvsfólkini í ABC Liberia. Vit eru Harranum ógvuliga takksom fyri, at vit eru á lívi í hesi ræðuligu ebolakreppu. Júst nú er framgongd, grundað á úrslitini hjá Ebola Taskforce. Deyðiligheitin er lækkandi, og færri sjúklingar eru á sjúkrahúsunum kring landið.
20. desember var stjórnarval, sum er ein ábending um, at støðan við ebola er batnandi.
Continue Reading | Comments Off on Tøkk úr Liberia
Stuðla nú eisini børnum í Pakistan
Seinastu seks árini hava føroysk stuðulsforeldur í gjøgnum ABC barnahjálp stuðla børnum í Senegal og Liberia, og nú er eisini møguleiki at stuðla børnum í Pakistan.
Continue Reading | Comments Off on Stuðla nú eisini børnum í Pakistan
Tey smáu kunnu eisini gera mun
Gunnvá fekk eitt hugskot og gjørdi tað til veruleika.
“Mamma, vit burdu gjørt eitt Tombola, og givið pengarnar til ABCbarnahjálp!” Og so fór hon í sving, at baka piparnøtur og gera tombolaseðlar. Og seinni sama dag stóð hon so uttanfyri Heygabúðina í Klaksvík við sínum lítla tombola.
Inn komu nærum 200 kr, sum fara allar til ABCbarnahjálp.
Jú, vit kunnu øll gera mun 🙂
Ynskir tú at stuðla, kanst tú nýta PayPal knøttin í høgru síðu á framsíðuni ella flyta pening á kontu í Norðoya Sparkikassa 9865-103.480.9.
Skrivað hevur Hilda Viderø
(Trýst á myndina fyri at gera hana størri)
Continue Reading | Comments Off on Tey smáu kunnu eisini gera mun
Rørandi søga um at gera mun
Gev tær stundir at lesa hesa rørandi søgu frá filippinsku Marithy,
sum fekk stuðul til skúlagongd, nú sjálv er mamma og hevur eitt gott lív.
Nina Dalsgaard, sum í fleiri ár stuðlaði Marithy, hevur samband við hana enn.
Nina ynskir at fortelja søguna fyri at vísa á, at tann “lítla” hjálpin veruliga munar.
Continue Reading | Comments Off on Rørandi søga um at gera mun
Ebola hóttir Afrika
Ræðuliga Ebola sóttin herjar í Liberia, har ABC barnahjálp rekur eitt barnaheim við meira enn 50 fólkum, har av 28 børnum undir 18 ár.
Vit gera alt vit kunnu fyri at verja tey og á myndini síggja vit nøkur teirra við undirvísingartilfari um Ebola.
Hjálp okkum at hjálpa teimum við at flyta pening á konto í Bank Nordik 6460 -175.789.1. Merk flytingina “Heilivágur”.
Hjartans takk fyri stuðulin.
Continue Reading | Comments Off on Ebola hóttir Afrika
“Børn hjálpa børnum” í Klaksvík
Leygardagin 29. mars mugu klaksvíkingar minnast til at hava pening tøkan, tí tá skipar ABC barnahjálp fyri hurð til hurð innsavning í Klaksvík. Tað vera børn saman við vaksnum, sum frá klokkan 13.00 fara at savna inn undir heitinum Børn hjálpa børnum
ABC barnahjálp heitir á foreldur í Klaksvík um at tekna seg at hjálpa til við innsavningini saman við børnum sínum. Innsavningin er eitt gott høvi hjá foreldrum at gera nakað øðrvísi og gott saman við børnunum.
Continue Reading | Comments Off on “Børn hjálpa børnum” í Klaksvík
Hjartans takk fyri stuðulin
Við hvørt mánaðarskifti er tað okkum ein gleði at síggja, hvussu trúliga einstaklingar og fyritøkur stuðla ABC barnahjálp.
Continue Reading | Comments Off on Hjartans takk fyri stuðulin
Vit eru vónin
– Fyri mong børn er lívið merkt av órættvísi, tí lívsins treytir eru, at tey fáa lív uttan sjálvi at hava møguleikan at velja hvar, ella saman við hvørjum, tey skulu liva, sigur Tóra við Keldu í ummæli sínum av einari heilt einastandandi myndaframsýning, sum læt upp í býráðshøllini í Klaksvík hósdagin 16. august.
Framsýningin verður opin í umleið tríggjar vikur.
Continue Reading | Comments Off on Vit eru vónin
Tú kanst hjálpa við at ringja 905 605
Hendan gentan var eitt av mongu børnunum, sum myndamaðurin Bárður Lydersen hitti, tá hann var í Liberia. Tey hava ikki reint vatn, hon noyðist svong í song og foreldrini hava ikki ráð at lata hana fara í skúla.
Continue Reading | Comments Off on Tú kanst hjálpa við at ringja 905 605