Konta – Liberia
BankNordik: 6460-175.789.1
Á barnaheiminum hjá ABC barnahjálp í Liberia búgva umleið 40 børn og ung.
Flestu børnini eru foreldraleys ella búgva á barnaheiminum, tí foreldrini ikki hava ráð at forsyrgja teimum. Tí hava vit gjørt av ikki at sleppa hesum børnum hóast fleiri teirra nú eru yvir 18 ár. Vit ynskja, at ABC heimið skal verða verandi teirra heim, tí tey hava ongan annað. Vit stuðla teimum tí í víðari útbúgving.
Hilda Viderø er leiðari fyri verkætlanini í Liberia og ferðast til Monrovia fleiri ferðir um árið. Hon fylgir væl við í menningini hjá børnunum og tryggjar, at tey fáa góða skúlagongd og hava tað gott.
Vit hava sett stuðulin til einstaka barnið til 285 kr. um mánaðin, men veruligi kostnaðurin at uppihalda einum barni í Liberia er 570 kr, um mánaðin. Vit hava tí gjørt av at royna at fáa tveir stuðlar til hvørt barnið.