Lítli vinur

Written by runa on 19/01/2012. Posted in Uncategorized


Fyri nøkrum døgum síðani fekk ABC barnahjálp hendan sangin til ognar frá Petur Háberg Jacobsen. Petur hevur gjørt bæði orð og lag og dóttir hansara, seks ára gamla Beinta syngur.

Petur sá eina sending um Liberia, sum rørdi hansara hjarta og hann skrivaði sangin, sum hann kallar Lítli vinur.

Orð og lag: Petur H. Jacobsen

Hví er so grønt her og hví er luftin blá
Hví er so gott her og hví er einki stríð
Hvar so er fari í heimi finni eg
børn í hungri og deyð á gøtuni
 
Tað skeer í hjarta
tey gráta hungrandi
Góði Gud í Himli
Hjálp OKKUM at rættað hond
 
Hjálp til ein er hjálp í neyð munar eini sál
Mangan verður sagt hvat nýttar hjálp til ein
Byrjað vit við eini sál hjálpin fullgjørd er
TÚ og EG vit rættað hond mett tá øll í verð

Ognaður til ABC barnahjálp Føroyar, 11. januar 2012

Nú er lætt at stuðla

Ring 90 56 05 og
tú hevur latið kr. 100
til Føroysku barnahjálpina

Tú kanst eisini stuðla við at nýta PayPal knøttin í bjálkanum omanfyri

Konta í Norðoya Sparikassa
9865-103.480.9