Skúlin fer ongan veg

Written by runa on 08/04/2011. Posted in Uncategorized


Peningurin, sum landsstýrið hevur latið til skúlabygging í Liberiaer nýttur at byggja skúla við. Tískil er eingin peningur farin fyri skeyti, sum tíðindasendingin í Degi & Viku í gjárkvøldið fekk tað til

Í Degi & Viku í gjárkvøldið varð sagt, at vandi er fyri, at peningurin, sum landsstýrið hevur latið til skúlabygging í Liberia er farin fyri sketyi. Hetta er ikki rætt. Skúlin er bygdur og fer ongan veg.

Men ósemja við leiðsluna hevur gjørt, at ABC barnahjálp hevur sagt samstarvið upp. Í løtuni arbeiðir sakførari við málinum og vóna vit, at ósemjan verður loyst í mai. M en líka mikið hvat úrslitið av ósemjuni millum ABC barnahjálp og Matthew Sakeuh verður, so stendur bygningurin, har hann er bygdur, og fer í framtíðini at verða nýttur til skúla.

Hilda Viderø er sett sum leiðari fyri verkætlanini hjá ABC barnahjálp í Liberia. Leygardagin fer hon til Liberia at vitja børnini. Hetta er aðru ferð í ár, at hon vitjar í verkætlanina.

Síðani vit seinasta vár gjørdust varug við trupulleikarnar, hava vit stríðst við at loyst teir. Í fjør var Hilda í Liberia í tríggjar mánaðar ,og í januar í ár var hon í Libera í eina lítla viku. Nú fer hon avstaðaftur og hesa ferð steðgar hon í tvær vikur.

Endamálið við ferðini er at tryggja, at peningurin, sum føroyskir stuðlar gjalda, verða nýttir til tað, hann er ætlaður til.Eisini fer hon at hitta sakføraran hjá ABC barnahjálp í Liberia.

ABC barnahjálp fylgir pengunum tætt og tryggjar sær, at hvørt oyra verður nýtt til endamálið.

Børnini hava tað gott og tað er rørandi at síggja hvussu takksom tey eru fyri hjálpina.

Hóast trupulleikar, ætlar ABC barnahjálp ikki at gevast, men fer at halda á við at hjálpa neyðstøddum børnum. Við at hjálpa børnum í menningarlondum, verður Føroyar sett á heimskortið.

Nú er lætt at stuðla

Ring 90 56 05 og
tú hevur latið kr. 100
til Føroysku barnahjálpina

Tú kanst eisini stuðla við at nýta PayPal knøttin í bjálkanum omanfyri

Konta í Norðoya Sparikassa
9865-103.480.9