Heimasíðan hjá Føroysku barnhjálpini

Á vitjan í Senegal

August 19th, 2017 Posted in Tíðindi

Á páskum 2017 vóru Hilda Viderø og Andrea Niclasen á eftirlitsferð í Dakar í Senegal. Undir vitjanini fingu tær vissu fyri, at peningurin frá Barnahjálpina veruliga hjálpir fátækum børnum, ungum og familjum í Senegal

 

Andrea Niclasen greiðir frá:

Í Senegal búgva 16 milliónir fólk, harav 2,5 milliónir búgva í høvuðsstaðnum Dakar. Í landinum búgva fleiri ymiskir etniskir bólkar. Wolof er móðurmál hjá nærum helvtini av fólkinum, men fleiri onnur mál verða tosað í Senegal. Flest øll eru muslimar. Landið var franskt hjáland til 1960, og er franskt enn alment mál og skúlamál.

Barnahjálpin hevur, við hjálp frá føroyskum stuðlum, stuðlað skúlagongdini hjá børnum í Dakar síðani 2009. Eini trúboðarahjún úr Brasilia byrjaðu skúlan, sum umframt okkara stuðul eisini hevur fingið stuðul úr Brasilia og hesi seinastu árini úr USA. Áleið 80 børn og ung fáa stuðul úr Føroyum.

Í skúlanum Alpha and Beta/ECOLE BON BERGER ganga áleið 200 næmingar í aldrinum 3-11 ár. Skúlin hevur 1.-3. forskúlaflokk og 1.-5. flokk í grundskúla. Í forskúlanum læra børnini franskt, so tey eru fyrireikað til skúlagongdina í grundskúlanum, sum er á fronskum. Eisini læra tey bókstavir, tøl o.a.

Umframt skúlastjóran, Maria Auxiliadora Alves, eru átta lærarar, ein kokkur, ein vaskikona, eitt skrivstovufólk og ein ungur maður, sum gongur á universiteti, býr á skúlanum og virkar sum vaktarmaður.

Næmingarnir fáa mat í skúlanum fýra dagar um vikuna.

Vit fingu eina sera góða mynd av skúlanum og arbeiðinum har. Lærararnir og skúlastjórin arbeiða ágrýtin og eldhugað. Flestu næmingarnir eru úr fátøkum heimum, tó ganga eisini nøkur børn í skúlanum, hvørs foreldur gjalda skúlagjaldið sjálvi. Skúlin er í leigaðum hølum. Tað hevði verið ynskiligt, um skúlin hevði allar flokkarnar til og við High School, men tíverri er ikki pláss fyri í verandi hølum. Í Senegal er 6. flokkur próvtøkuflokkur, tað er tí spell, at næmingarnir ikki sleppa at ganga í 6. flokk í skúlanum. Samstarv er tó við ein skúla í grannalagnum. Næmingar, sum eru áhugaðir, fara í tann skúlan at gera seg lidnan við grundskúlan, um stuðlarnir vilja halda áfram at stuðla teimum har. Vit stuðla eisini nøkrum ungum, sum ganga í High School í øðrum skúlum.

Skúlaleiðslan ynskir at byggja ein skúla í slumminum, so tey kunnu hjálpa teimum fátækastu børnunum og hava øll skúlastigini undir sama taki. Men enn eru ikki ráð til tað. Eitt annað ynski, sambært skúlastjóranum, er at kunna hava ein sosialráðgeva í arbeiði, sum kundi vitjað heimini og funnið tey børnini, sum hava størsta tørvin og eisini fylgt við familjunum hjá næmingunum í skúlanum. Triðja ynski hennara er at hava lektiuhjálp aftaná skúlatíð, ti flestu børnini búgva undir so vánaligum umstøðum, at ikki er væntandi, at tey fáa gjørt skúlating við hús. Nógv hava ikki ravmagn heima. Vit hava fingið fleiri stuðlar afturat hesar seinastu mánaðirnar, so væntandi verða ráð til lektiuhjálpina komandi skúlaár.

Skúlin er rikin av kristnum. Soleiðis at skilja, at kirkjan, sum trúboðaraparið byrjaði, heldur til í eini skúlastovu. Starvsfólkið er kristið. Flestu næmingarnir eru muslimar, so tey hava hvørki undirvísing í islam ella kristni. Men einaferð um vikuna hava tey eina løtu, har tey syngja og siga bíbliusøgur fyri børnunum í fríkorterinum. Tað var stuttligt at fylgja skúlastjóranum, tá vit fór á heimavitjanir og síggja, hvussu góð og væl hon var við fólkið, og tey við hana. Skúlin hevur gott orð á sær millum íbúgvararnar í økinum.

Vitjanin í Senegal gav mær ta fatan við fylgjandi niðurstøðu, at  føroyski stuðulin gjøgnum Barnahjálpina veruliga hjálpir fátækum børnum, ungum og familjum teirra.

 

Sorry, comments for this entry are closed at this time.