Heimasíðan hjá Føroysku barnhjálpini

Jólahjálp til neyðstaddar familjur

November 22nd, 2016 Posted in Tíðindi

brend-hus-3

Neyðin er ræðulig, eg merki máttloysi og havi hug at geva upp, men eg veit, at tað er ongin loysn, skrivar Hilda Viderø heim úr Liberia. Ístaðin fyri at gevast í arbeiðinum, heitir hon á fólk um at hjálpa.

Hilda fortelur:

Eg vitjaði eitt av okkara børnum. Húsini vóru brend í grund. Hetta hendi mitt á nátt, men tíbetur komu øll livandi frá eldsbrunanum. Pápin er sjúkur og mamman roynir tað hon kann at fáa mat á borðið. Tað eru fýra børn í familjuni. Ein familja á strondini hevur givið teimum eitt stað at sova, sum er eitt goymslurúm til fiskigreiðir og annað. Pápin hevur higatil fingið hjálp til at fáa hesar steyranar til nýggja húsið, tit síggja á myndini, niður í jørðina. Føroyska Barnahjálpin er á staðnum og øll hjálp kemur fram!“.

Vilt tú rætta hesi familjuni ein hjálpandi hond, so ber til at flyta pening á kontu í Norðoya Sparikassa
9865 -994.344.1. Merk flytingina “Jólahjálp”.

Um meira kemur inn enn hendan familjan hevur brúk fyri, so verður hjálpin latin øðrum neyðstøddum familjum.

brend-hus-2

 

brend-hus

Sorry, comments for this entry are closed at this time.